Fyrradagin sendi Føroya Tele út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at vegna brot á Cantat kaðalinum, sum er íbindarlið Føroya við meginlandið, fer alt telesamskifti komandi vikuna ella so fram um fylgisvein.
Trupulleikin veksur
Fyri vanligar telefonsamrøður hevur hetta kanska ikki so nógv at siga. Ljóðgóðskan versnar kanska nakað, men hetta skuldi tó verið til at liva við.
Verri er statt hjá teimum, sum í gerandisdegnum gera nýtslu av alnetinum. Kapasiteturin á linjunum er nevnliga nógv minni, tá samskiftið er um fylgisvein, enn tá talan er um ljósleiðara.
Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, sigur við Sosialin, at teir eru fullgreiðir um trupulleikan. Hann vísir á, at tá eitt líknandi brot kom á Cantat kaðalin fyri einum tveimum árum síðani, var talan eisini um ein trupulleika, men at hesin er nógvar ferðir størri í dag.
- Ferðslan á alnetinum veksur við slíkari ferð, at hon tvífaldast triðja ella fjórða hvønn mánað, og hon sær so ikki út til at minka.
Lammar samskiftið
Tá ferðslan er somikið stór, er einki at siga til, at tey virki, sum vanliga gera nýtslu av alnetinum, partvíst eru lammað.
Eitt nú fer ikki at bera til hjá ungdómum at spæla spøl á alnetinum, og hetta rakar sjálvandi tær sonevndu internet-caféirnar, sum eru í landinum. KT fyritøkur hava trupulleikar, tá tær skulu downloada fílur av ymsum slag frá veitarum sínum, og hjá ferðamannaskrivstovunum verður talan somuleiðis um drúgvar seinkingar, tá bíleggingar av ymsum slag allar verða avgreiddar umvegis elektroniskt samskifti.
Av Føroya Tele verður sagt, at væntandi kann kaðalin takast í nýtslu aftur um eina lítla viku ella so. Hinvegin kunnu seinkingar eisini íkoma, soleiðis at arbeiðið tekur longri tíð.
Risa íløga
Sum er, er Cantat kaðalin einasta samskiftislið okkara við umheimin, tá sæð verður burtur frá samskifti um fylgisvein, og Andras Róin er eisini fullgreiður um henda trupulleika.
Hann vísir tó á, at bæði íslendingar og hetlendingar hava sama trupulleika, og at Føroya Tele í samstarvi við hesar arbeiðir við ætlanum um at leggja nýggjar kaðalar.
Ætlanirnar eru longu komnar væl ávegis, og roknað verður við, at fyrsti partur av hesum, ein kaðal millum Ísland og Føroyar, er klárur at taka í nýtslu móti ársenda 2001.
Fyrsti parturin av fyrireikingunum er longu liðugur, og er komið fram til, at kaðalin skal liggja frá Seyðisfirði til Funningsbotn, til tess at hann skal liggja so trygt sum gjørligt.
Stóri trupulleikin við Cantat kaðalinum er, at hann liggur á økjum, har nógvur fiskiskapur er, og at tað er hetta, sum er orsøkin til brotið.
At talan er um eina stóra verkætlan, framgongur eisini av teimum tølum, sum arbeitt verður við. Andras Róin sigur seg ikki kunna seta nágreinulig tøl á, men at talan er um fleiri hundrað milliónir er einki at ivast í.
Fíggjarliga byrðan av hesum verður so býtt millum samstarvsfelagarnar. Umframt Føroya Tele, er talan um Landssíma í Íslandi og British Telecon í Bretlandi. Eisini hevur oljufelagið BP víst áhuga fyri at vera við í ætlanini.
Júst hvussu fíggingarmynstrið verður, er ikki avgjørt enn, men stjórin hjá Føroya Tele vísir á, at nú talan er vorðin um kapping á teleøkinum, er ikki óhugsandi, at Føroya Tele setur á stovn eitt partafelag, har onnur so eisini hava møguleika at keypa seg inn.