- Eg haldi, at hetta er tann bera undanførsla.
Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, skilir ikki, hví danski forsætismálaráðharrin, ikki kann svara honum ein spurning, hann hevur reist í fólkatinginum.
Útvarpið visti á miðdegi í dag at siga, at Høgni Hoydal hevur spurt Anders Fogh Rasmussen hvussu nógvar danskar lógir, kunngerðir, altjóða sáttmálar, fyriskipanir og avtalur, danska stjórnin hevur sett í gildi fyri Føroyar síðani 2003, uttan at Løgtingið hevur samtykt tað.
Men forsætismálaráðharrin sigur, at tann spurningurin er alt ov umfatandi at svara, tú hann krevur eitt alt ov stórt kanningararbeiði.
Hetta trýr føroyski fólkatingsmaðurin onki uppá.
- Tað er ógvuliga løgið, at hetta skal vera so umfatandi at svara, tí forsætismálaráðið hevur Føroyar sum málsøki so tað áttu tey at vita.
Høgni Hoydal sigur, at hann veit ikki um hann skal tulka hetta sum um at støðan má vera nakað ring, tá ið Anders Fogh Rasmussen ikki vil svara.
- Eg vænti, at tað er eitt sindur torført at svara og at Anders Fogh Rasmussen aftrar seg, tí hann stúrir trupulleikum.
Hann sigur, at hann hevur sett 2003 sum mark, tí tá vórðu hernaðarlógir settar í gildi fyri Føroyar, hóast Løgtingið mótmælti.
Síðani fingu vit bæði eina uttanríkispolitiska heimildarlóg, eina yvirtøkulóg og Fámjinsskjalið.
Í øllum førum heldur fólkatingsmaðurin, at ein orsøk til at spurningurin ikki verður svaraður, er, at hann er torførur at svara.
- Eitt nú veit eg, at danir hava sett reglar í gildið um ríkisborgararættin, uttan at Løgtingið eru spurdir eftir.
Vilja hava greiðan skilnað
Høgni Hoydal vísir á, at danir hava virkað fyri at fáa greiðari skilnað ímillum Danmark og Føroyar.
Tað merkir, at mál, sum hoyra ríkinum til, eitt nú uttanríkismál hernaðarmál og gjaldoyra, tilskila teir sær rætt til at avgreiða sjálvir, uttan at spyrja Løgtingið eftir, hóast málini viðkoma Føroyum.
Hinvegin skulu vit hava avgerðarrættin í teimum málum, sum kunnu yvirtakast.
-Teir hava orðað tað soleiðis, at tað er eitt skal rundanum ríkisfelagsskapin og tað skal ikki brákast. Tað skalið er uttanríkispolitikkur, hernaðarpolitikkur, gjaldoyrapolitikkur, hægstirættur o.s.fr. og á hesum økjum vilja teir tilskila sær rætt til at taka avgerðir á einsamallir, men at vit skulu spyrjast eftir í øðrum málum.
- Verður hetta siðvenjan er tað eitt so stórt afturstig, at í veruleikanum eru vit sett aftur um 1923, tá ein løgtingslóg segði, at skuldi setast í gildi fyri Føroyar, uttan at Løgtingið hevur samtykt tað. Og tann siðvenja hevur verið síðani tá, heilt til nú.
Tað er eisini eitt afturstig eftir heimastýrislógini, tí har stendur ongastaðni, at vit ikki kunnu yvirtaka ávís málsøki.
Tað stendur eisini í stýrisskipanini, at onki kann setast í gildið í Føroyum, fyrrenn tað hevur fingið tríggjar viðgerðir á Løgtingið.
Høgni Hoydal sigur, at eftir hansara tykki brúka danir Fámjinsskjalið, Uttanríkispolitisku heimildarlógina og yvirtøkulógina sum skilmark fyri at fáa greiðari linjur í ríkisfelagsskapinum, sum teir siga. Men prísurin er so tað, at ymiskt verður sett í gildi í Føroyum, uttan at tað verður lagt fyri Løgtingið fyrst, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal ivast í, um tey, sum atkvøddi fyri hesum lógunum vóru greið yvir, at hetta fór at verða avleiðingin.
Men hann vil hava málið lýst og tí gevast hann ikki.
Fyribils hevur hann lagt málið fyri Føroyanevndina hjá fólkatinginum og har hevur nevndarformaðurin lovað at seta spurningin fram aftur fyri alla nevndina.