Ringt at skilja ímillum grágæs

- Dugi ikki at skilja, at vit ikki skulu kunna skjóta flytifugl, sigur Jacob Vestergaard.

- Dugi ikki at skilja, at vit ikki skulu kunna skjóta flytifugl, sigur Jacob Vestergaard.

 

Uppskotið um at geva loyvi at skjóta grágæs á innangarðs jørð kemur fyri á landsstýrisfundi mánadagin.

 

Bøndur hava kært seg um, at grágásin etur teir út av ørmundarhúsi, og teir vilja tí hava loyvi til at skjóta feigdarfuglin.

 

Jacob Vestergaard hevur tí snikkað eitt uppskot til, ið skal geva jørðeigarum loyvi til at skjóta grágásina, tá hon situr á uppdyrkaðu jørðini.

 

- Á landsstýrisfundinum mánadagin rokni eg við, at uppskotið verður samtykt, og síðani verður tað sent til politisku flokkarnar til hoyringar. Tá hesar eru framdar, verður uppskotið borið niðan í tingið, sigur Jacob Vestergaard.

 

Grágæsnar hava tó loyvi at eta uttangarðs, men annars er tað ein gáta fyri landsstýrismanninum, at grágæsnar eru friðaðar.

 

- Eg havi ongantíð skilt, at føroyingar ikki skulu hava loyvi at skjóta grágæs, serliga tí tað er loyvt í øllum londum rundan um okkum. Trupulleikin er sjálvandi, at tað ber ikki til at siga, um grágásin, tú skjýtur, er føroysk ella hon er ein flytifuglur á veg úr Íslandi suðureftir, sigur Jacob Vestergaard.

 

Tí er ivasamt, um nakað er at gera við óavmarkað loyvi at skjóta grágæs.