##med2##
Vesturi í Sørvági vann SÍ grannauppgerðina móti Drátti.
Dráttur vann fyrsta sett, men SÍ gjørdi eftir ein ordans vørr og vann trý tey næstu settini. Fjórða og seinasta sett vunnu sørvágskvinnur so ruddiliga.
SÍ-Dráttur 1-3 (24-26, 25-22, 27-25 og 25-15)
Í Flogbóltspanelinum á FM1 ígjár hevði Jens Heri Bolstad Mortensen hjá Fleyr sakligan kritikk móti heldur trongu flogbóltshøllini vesturi í Sørvági.
Ein líknandi sakligan kritikk endurtók royndi spælarin hjá Drátti, Ruth Albinsdóttir í samrøðu við Óla G. Samuelsen á FM1 í dag. Ruth vil ikki bera í bøtuflaka fyri 1-3 tapið, men staðfestir, at tað er væl torførari hjá Drátti at fáa spælið at koyra í einari trongari høll.
Bæði Jens Heri og Ruth sláa fast, at tey kritisera ikki SÍ fyri umstøðurnar. Jens Heri vísti á, at talan er um ein trupuleika hjá Sørvágs kommunu.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Ruth Albinsdóttir hjá Drátti og Hallgerð T. Haraldsen hjá SÍ.
Í høllini á Hálsi í Havn eydnaðist tað TB at vinna fyrsta stigið í hesum kappingarárinum, tá TB tapti tepurt 2-3 móti Fleyr.
Fleyr-TB 3-2 (23-25, 25-20, 20-25, 25-18 og 15-12)
TB og Fleyr spæla aftur í høllini í Trongisvági í morgin klokkan 14.30. Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Mjølnir er á odda við 14 stigum. Dráttur hevur 12 stig. Fleyr er nummar trý við átta stigum, og KÍF er nummar fýra við sjey stigum. SÍ er næstaftast við trimum stigum, og TB er aftast við einum stigi.
HER ber til at hoyra Òla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hoyr eisini Jóhan Petur á Stongum taka samanum dystin.
##med3##