Talan er so avgjørt eina spennandi verkætlan, ið designfyritøkan Ringspeed sýnir fram í Gèneve. Bilurin, ið teir kalla Presto, kann nýtast sum býbilur, til tvey ferðandi, ið er lættur at parkera í býnum, ella hann kann hava fýra sitipláss, um tørvur er á tí. Tað tekur bert nøkur fá sekund at stytta ella leingja bilin teir 75 cm, ið er munurin millum styttsta og longsta mát.
Kelda: FDM / Motor