Ringdi eftir hjálp at fáa persón úr húsinum

Tvær ferðir í gjár var løgreglan úti til húsaófrið

Í gjár var løgreglan tvær ferðir úti at mekla millum par, sum vóru ósamd. Fyrst rigdi annar parturin um at fáa hin partin út. Løgreglan kom á staðið og fekk annan partin út.

Hetta var klokkan 13:30 í gjár.

Men klokkan 21:30 fekk løgreglan aftur fráboðan um húsaófrið. Men nú var tað ikki á somu adressu. Man talan var um somu fólk. Nú var tað heima hjá hinum partinum, at sama par var farið at klandrast, og so mátti løgreglan aftur fáa annan partin á dyr.