Tjóðveldi boðar í tíðindaskrivi frá tíðindafundi í dag um valsrkánna hjá flokkinum til løgtingsvalið.
– Hetta verður fyrstu ferð, at Sirið Stenberg skal leiða Tjóðveldi ígjøgnum eitt valstríð. Hetta ger hon saman við einum sterkum lista við góðum tjóðveldisvalevnum.
– Miðlar og onnur áhugað, eru vælkomin til tíðindafund hjá Tjóðveldi, ið verður hildin í hølunum hjá Bitanum í Havn kl 13.00 tann 9. mars, skrivar flokkurin.











