Tummas Lauritsen heldur røðu í Miðvági

- Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til at hátíðarhalda grækarismessu og bjóða tjaldrinum og várinum vælkomnum

Grækarismessuhald verður í viðarlundini í Miðvági hósdagin hin 12. mars klokkan 17, og tað er Skótalið Mikkjals á Ryggi, sum skipar fyri.

 

Skótarnir ganga skrúðgongu frá skótahúsinum, og komið verður í viðarlundina klokkan 17, tá tiltakið byrjar.

 

Á skránni við grækarismessuhaldið verður felagssangur, og tað verður Tummas Lauritsen, sum í ár fer at halda grækarismessurøðuna.

 

- Eftir felagssang og røðu verður høvi at fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið. 

 

Skótarnir fara eisini at hava tombolasølu og selja focaccia-pitsur.

 

- Samstundis verða lutaseðlarnir, sum eru seldir til frama fyri ferðina hjá teimum, ið fara til Danmarkar í summar, drignir.

 

Á heimasíðuni www.vaga.fo verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til at hátíðarhalda grækarismessu og bjóða tjaldrinum og várinum vælkomnum.