Ringdi 112: ? Tit finna tvey lík um eina løtu

(Eftir: Duritu Simonsen/Tanju Sørensen) DANMARK: Ein álvarsamur sjúkdómur bleiv ov tungur hjá einum 80 ára gomlum hjúnum. Hjúnini høvdu verið gift í meiri enn 50 ár. Maðurin skjeyt konuna og síðani seg sjálvan.

Stutt eftir klokkan 7 sunnumorgunin noyddist løgreglan í Keypmannahavn at fara undir tað tunga arbeiði, við at finna fram til tey avvarðandi hjá gamla parinum úr Ishøj.

Ein 80 ára gamal maður ringdi fáar minuttir áðrenn klokkan 7 til 112 og fortaldi, at ein um fáar minuttir kundi finna tvey lík á einum búðstaði í Ishøj.

- Alarmsentralurin ringdi beinavegin til okkum. Vit vóru frammi innanfyri 15 minuttir. Har funnu vit hjúnini liggjandi, bæði deyð, fortelur Brian Larsen, vaktleiðari hjá Vestegnens Politi við eb.dk.

Kvinnan sera sjúk

- Hjúnini, ið bæði vóru 80 ára gomul, hava verið saman í meira enn 50 ár, fortelur Brian.

Sorgarleikurin fór fram í einum sethúsaøki. Tað er ongin ivi um, at maðurin ið sjálvur ávaraði um sorgarleikin, hevur skotið konu sína við eini riflu, og síðani seg sjálvan við sama vápni.

Brian Larsen fortelur, at kvinnan var alvorliga sjúk av krabbameini, og at sjúkdómurin var blivin ein tung byrða fyri tað gamla parið.

Síðani hendingina hevur løgreglan arbeitt við at finna tey avvarðandi. Tað hevur nú eydnast at geva teimum boð um sorgarleikin.