Ringasta vatnflóðin í 150 ár

Í gjár var vatnið í ánni Elben níggju metrar oman fyri tað vanliga, og vatnflóðin er sostatt tann ringasta har síðani 1845

Vatnflóð í Evropa
Árni Joensen

Í 1845 fór vatnið í Elben 8,77 metrar upp um tað vanliga, men so minkaði áin aftur. Í gjár fór Elben níggju metrar upp um ta vanliga, men hesaferð vóru eingi tekin til, at áin fór at minka, heldur tvørturímóti.
Hóskvøldið noyddust myndugleikarnir í Dresden at flyta 30.000 fólk burtur úr summum býarpørtum, og í býunum Bitterfeld og Magdeburg fingu 35.000 fólk boð um at vera til reiðar at fara úr húsum sínum, gerst tað neyðugt.
Tað hevur víst seg, at nógvar av byrgingunum, sum vóru ætlaðar at verja tann gamla býarpartin í Dresden, vóru ov lágar, og tí hava bjargingarmenn og hermenn lagt sandsekkir oman á tær gomlu byrgingarnar.
Týsku myndugleikarnir ávaraðu í gjár um, at Elben ivaleyst fer at veksa uppaftur meiri, tí áin er framvegis ógvuliga stór longur uppi inni í grannalandinum Kekkia.