Farna kappingarár tapti Chelsea bert tríggjar av 38 dystum í Premier League. Higartil í ár hevur Chelsea longu tapt sjey av tólv dystum í Premier League.
Talan er um ringastu byrjan uppá eitt kappingarár hjá Chelsea í meir enn einari triðings øld.
Vit skulu heilt aftur til 1978 fyri at finna eina so ringa byrja uppá eitt kappingarár hjá Chelsea. Í byrjanini av kappingarárinum 1978-1979 tapti Chelsea eisini sjey av teimum fyrstu 12 dystunum.
Ígjár tapti Chelsea 0-1 ímóti Stoke. Spælararnir hjá Chelsea søgdu við ensku miðlarnar, at teir veruliga ynsktu at vinna fyri José Mourinho, sum ikki slapp á leikvøllin í Stoke at síggja dystin, orsaka av einum leikvallarbanni.
Nú verður lagt upp til, at eitt venjaraskiftið er á veg í Chelsea.