Rimsha verður latin leys

Pakistanska gentan Rimsha, sum bleiv handtikin í býnum Islamabad í síðsta mánað og skuldsett fyri guðsspottan, sleppur nú úr varðhaldinum ímóti veð.

Bretska kringvarpið BBC sigur, at ein dómari hevur gjørt av at lata gentuna leysa, ímóti at rætturin fær góðar 60.000 krónur í trygd.

Rishma, sum er kristin, varð tikin tann 16. august, eftir at ein uppøst mannamúgva legði hana undir at hava vanvirt Koranina við at brenna nakrar síður úr halgubók hjá muslimunum.

Fyri nøkrum døgum síðani varð ein muslimskur prædikumaður tikin og skuldsettur fyri at hava koyrt nakrar brendar síður úr Koranini í taskuna hjá gentuni.