Nógv man sigast, at vera komið av skafti í vetur hjá ungu íðkarunum. Við alskins litum og íðkanum, vístu ernu og fittu íðkararnar, hvat tey hava lært, og fim vóru tey, sum glað íðkaðu framman fyri mammu pápa, systkjum, og í nógvum førum eisini abbum og ommum.
Stór luttøka
Heili nýggju lið høvdu meldað til luttøku, og vóru tað samtalt 110 íðkarar. Sum vanligt er, so er eitthvørt serligt á skránni, til tílíkar framsýningar, og hesaferð var onki undantak. Eitt lið av dreingjum úr Eysturoyarfelagnum Støkk, var bjóðað við, og hesir ungu piltar vístu sera vakran fimleik, og á ein so lættan og spælandi hátt. Ein fragd fyri eygað.
Góður siður
Sum vanlig er, verður tað hildið ein framsýning um hesa tíðina, og er hetta ein sera góður siður. Hetta ger, at børnini og tey ungu betur hava hug at nýta veturin til fimleikin, og er eitt virðiligt punktum at seta fyri veturin. Hetta hevur eisini stóran týdning, serliga í hesum tíðum, tá børn, í alt størri mun nýta stóran part av sínari frítíð, á afturpartinum, frammanfyri telduskýggjar og líknandi tól. Rørsla er alneyðug, og ongantíð betur, verður hetta lagt børnunum í beinini, longu heilt tíðliga.