Rimmar føðingardagur

Týsmorgunin hátíðarhildu 250 børn og dagrøktarmammur teirra 25 ára føðingardagin hjá Dagrøktini í Tórshavnar kommunu

Nógv varð gjørt burtur úr týsdagin, tá ið dagrøktin í Havn kundi hátíðarhalda 25 ára dagin fyri stovnanini í Gundadalshøllini í Havn. Sangur var gjørdur, t-blusur við tekningini hjá lítlu Emiliu vóru til øll, fløgg, keppar, góðgæti og annað somuleiðis. Og klovnar og Andrass dunna komu á vitjan.

Tiltakið byrjaði longu kl. 7.30, tá ið foreldrini komu við børnunum, og um døgurðamundið fóru øll hvør til sítt. Um kvøldið varð skipað fyri tiltaki bert fyri dagrøktarmammunum.

Umleið 250 børn ganga í dagrøktini í Tórshavnar kommunu, og 57 dagrøktarmammur og 3 økispedagogar taka sær av teimum. Leiðari á dagrøktarskipanini er Brynhild Joensen.