Ríkisleiðarar í ES í náttartoki til Kyiv

Tað var eitt tíðindafólk hjá italsku ávísini, La Repubblica, sum hitti teir í náttartokinum.

Teir tríggjar rikisleiðararnir kring borðið í náttartokinum, Macron, Draghi og Scholz.

Italska ávísin, La Repubblica, veit í morgun at siga, at tríggir av fremstu ríkisleiðarunum í ES vóru í náttartokinum til Kyiv farnu nátt.

 

Hesir eru franski forsetin, Emmanuel Macron, italski forsætisráðharrin, Mario Draghi og týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz.

 

Teir vóru allir í sama toki, og tað var eitt tíðindafólk hjá La Repubblica, sum hitti teir, har teir sótu og prátaðu.

 

Fleiri evropeiskir ríkisleiðarar hava vitjað høvuðsstaðin og hava hitt ukrainska forsetan í Kyiv, síðan Russland leyp á Ukraina.

 

 

 

 

 

Teir tríggjar rikisleiðararnir kring borðið í náttartokinum, Macron, Draghi og Scholz.