Rihanna avlýsir konsert 10 minuttir áðrenn

Einans 10 minuttir áðrenn dyrnar skuldu latnar upp til stóru konsertina í Malmø, boðaði Rihanna frá, at hon var sjúk, og tí ikki kundi framføra.

 

Heimsstjørnan Rihanna hevur fyri løtu síðani avlýst sína konsert í Malmø. Og fleiri hundrað fólk standa nú við einum atgongumerki í hondini, sum tey ikki fáa brúkt til nakað.

 

Fleiri av fjepparunum hava vent sær til eb.dk, og siga soleiðis.

 

-Fyrst kom ein maður út og fekk lív í fjøldina – fekk fjøldina at kóka, júst sum man eigur til eina slíka konsert. Men stutt eftir kom hann aftur, og segði, at konsertin var avlýst, tí Rihanna var sjúk, sigur ein misnøgdur fjeppari við eb.dk.

 

Enn er ikki greitt hvørja sjúku Rihanna hevur fingið, men í øllum førum kann staðfestast, at Malmø í dag er á tremur við vónbrotnum fjepparum.

 

Hetta veit eb.dk.