Rigga skjótt av í Mjørkadali

Um eitt ár ella so, verður eingin stovnur við navninum Færøernes Kommando.

Grønlands Kommando og Færøernes Kommando verða løgd saman í Aktisk Kommando við høvuðssæti í Nuuk í Grønlandi og eini lítli deild i Havn.

Eftir í Mjørkadali eru nú 16 starvsfólk, men talið av starvsfólki verður skorið niður í fýra og tvey eyka.

Leitað verður nú eftir hølum í Havn, og væntandi verður flutt úr Mjørkadali seinni í ár.

Hetta varð upplýst á samkomu í Mjørkadali í gjár. Færøernes hevur í áravís havt eina samkomu við borðhaldi fyri øllum samstarvfeløgum og veitarum. Samkoman í gjár í Mjørkadali var tann seinasta.

Arresthúsið verður verandi í Mjørkadali í hvussu er nøkur ár fram. Arresthúsið brúkar bara ein triðing av húsinum. Hvør skal hava hinar partarnar av húsinum er ikki greitt enn.