Rick Santorum vann í Kansas

Rick Santorum hevur í dag vunnið uppstillingarvalið hjá republikanarunum í statinum Kansas. Sambært teimum seinastu tølunum hevur hann fingið 53 prosent av atkvøðunum, Mitt Romney hevur fingið 17 prosent, og Newt Gingrich 16 og Ron Paul hava 14 prosent.

Sambært CNN gevur sigurin Rick Santorum minst 32 av teimum 40 valmonnunum í Kansas.

Í valstríðnum í Kansas fór Rick Santorum serliga illa við sínum harðasta kappingarneyta, Mitt Romney, og Barack Obama, forseta.

-Vit hava longu ein forseta, sum ikki sigur amerikanska fólkinum sannleikan. Vit skulu ikki hava ein afturat, segði Rick Santorum í Kansas City.

Í næstu viku er uppstillingarval í nøkrum suðurstatum, og nógv bendir á, at Rick Santorum kann eisini vinna har.