HB-FC Lombard 0-4 (0-3)
Fortreytirnar hjá HB fyri einum góðum úrsliti í Inter-Toto dystinum mót ungverska Lombard FC kundi neyvan verið betri.
Sum ikki eina ferð spældi føroyska veðurlagið gestunum eitt puss, og tað var ikki fyrr enn um 11-tíðina sunnudagin, at gestirnir kundu seta beinini á flogvøllin í Vágunum.
Harumframt søgdu hagtølini eisini frá, at HB ikki hevur tapt á heimavølli í europeiskum høpi seinastu trý árini, so alt í alt vóru útlitini undan dystinum ikki so galin.
Byrjaðu væl
At byrja við var eisini líkt til, at HB í øllum førum fóru at geva gestunum dygga mótstøðu í dystinum.
Grasvøllurin, sum ofta hevur verið ein bági fyri føroysk lið, tóktist als ikki at nerva HB leikararar, og um nakað, vóru tað heldur gestirnir, sum høvdu ilt við at fóta sær á váta undirlendinum. Eisini viðførdi síða grasið, at bólturin ikki fekk alt ov nógva ferð á, og hetta hóvaði HB leikarunum sera væl.
Tað gekk heldur so leingi, áðrenn heimaliðið fekk fyrsta rættuliga møguleikan. Ungverskur verjuleikari mistók seg, tá hann fór eftir bóltinum, og alt endaði við, at Andrew kundi leggja bóltin til Pætur Dahl, sum kom rennandi móti brotsteiginum. Tað eydnaðist tó ungverska málverjanum at blokera skotinum, og í aðru atløu varð bólturin ruddaður út til hornaspark.
Málini komu ov lætt
Stutta løtu eftir gylta møguleikan hjá Pæturi fekk mótstøðuliðið góðan málmøguleika, og ter vóru ikki eins miskunsamir og HB-leikararnir. Spælt varð ígjøgnum í høgru, og tá bólturin varð sendir innfyri, stóð Gykla Zsinóczky fullkomuliga leysur, og uttan stórvegis hóvasták kundi hann stúta bóltin í málið.
Tað var merkisvert, at málskjúttin slapp at standa somikið leysur, og yvirhøvur tóktist tað soleiðis, at øll málini hjá ungverska liðnum vóru dekan ov løtt ella bílig.
Ivaleyst er hetta eisini ein avleiðing av væntandi altjóða royndum á unga HB-liðnum. Ikki tí, yvirhøvdu stóðu teir seg væl, men tá teir í partum av dystinum ikki vóru heilt konsentreraðir, vórðu teir beinanvegin revsaðir.
Málið til 2-0, var eisini eitt gott dømi um hetta. Í vinstru síðu spældu gestirnir seg skjótt og lætt framvið fleiri HB leikarum, og tá bólturin varð lagdur út Sándor Nagy, hevði hesin góðar stundir at leggja hann til rættis, áðrenn skotið varð móti málinum. Einki er at siga til, at HB leikararnir mundu iðra seg um málið, tí høvdu teir verið meira avgjørdir, kundu teir uttan iva havt órógvað uppspælið til málið.
Stóran part av hálvleikinum spældi HB liðið annars fult upp við gestirnar, og fleiri ferðir var tað bara seinasta sendingin, sum væntaði, áðrenn talan gjørdist um vandamiklar royndir. Teir fingu tó ein stóran møguleika at minka um munin, tá Hallur Danielsen, dekkaði bóltin væl, áðrenn hann júst í rættari løtu stakk inn um til Bárð Mortansson, men flata skotið smoygdi sær akkurát skeivu megin stólpan.
Ístaðin fyri at tað soleiðis kundi verið 2-1 í hálvleikinum, var HB verjan enn einaferð óansin, soleiðis at tað vóru trý mál á muni. Aftur hesu ferð var tað Sándor Nagy, sum ótarnaður kundi seta høvdið á bóltin. Onkur vildi kanska vera við, at Jóhannis í størri mun átti at forðað fyri málinum, men Jóhannis hevði helst nokk at hugsa um í hesi løtu. Hann stóð nevnliga einsamallur við trimum mótstøðumonnum, og so er ikki altíð líka lætt at velja.
Mistu mótið
Aftanfyri 3-0, var einki at siga til, at HB leikararnir vóru heldur tamir, tá teir skuldu gera seinastu trý korterini av sær.
Í framrættaða spælinum vóru teir als ikki eins sjónligir, og teir vóru fyrsta hálva tíman av fyrra hálvleiki, og í roynd og veru høvdu teir bert ein veruligan málmøguleika í seinna hálvleiki. Hesum stóð Andrew fyri, tá hann av miðjuni rak frá mótstøðuverjuni. Hart kroystur av tveimum verjuleikarum, fekk hann tó ikki lagt bóltin til vinstra beinið, og kalda høgra beinið fekk ikki bóltin fram við málverjanum.
Ungverska mótstøðuliðið hevði hinvegin fleiri møguleikar, tá málið til 4-0 so kom , var hetta aftur úrslit av vánaligum verjuspæli, heldur enn góðum álopsspæli. Hornaspark varð sent úr høgru, og fullkomuliga leysur kundi Vendel Hormyák fluktað bóltin í málið, og so hjálpti tað einki, at Bárður sum ein annar sprellimaður royndi at verja fyri.
Eftir hetta mistu HB leikaranir fullkomuliga mótið, og løgdu mótstøðumenninir í, kundi sigurin eins væl størri.
Tveir skaraðu framúr
Av teimum 14 HB leikarunum, sum sunnudagin vóru á vøllinum, vóru tað serliga tveir leikarar, sum stóðu seg væl.
Frægasti HB leikarin var uttan iva lítli álopsleikarin, Bárður Mortansson. Uttan stórvegis virðing fyri mótstøðumonnunum royndi hann at bjóða av, og fleiri ferðir høvdu stóru ungversku verjuleikarnir ilt við at fylgja honum, tá hann varð sendir eftir rennibóltum.
Júst skjótleikin hevur ofta verið trupulleikin hjá føroyskum spælarum, tá teir royna seg í altjóða høpi, men hetta er so ikki galdandi hjá Bárði, og eitt nú hann gjørdist leysur í fyrra hálvleiki, kom hetta til sjóndar. At hann so ikki skoraði, tá møguleikin beyðst, dregur sjálvandi frá, men alt í alt stóð hann sterkast í myndini av HB-leikarunum.
Hin HB leikarin, sum skaraði framúr, var Rúni Nolsøe. Hann var kanska ikki eins sjónligur í framrættaða spælinum, sum hann ofta er í heimligu kappingini, men hinvegin var hann í stóran mun einsamallur um at binda miðvøllin saman. Hann fekk fatur á nógvum, og aloftast slapp hann sær eisini skilagott av við bóltin.
Fleiri funnust eftir dystin at, at Rúni hevði verið so lítið sjónligur, men var hann ikki til staðar í hesum dysti, varð HB mi9ðvøllurin rætt og slætt runnin um koll.
Umframt hesar báðar, stóðu Pætur og Janus seg eisini rættuliga væl. Eisini Hans spældi seg upp í seinna hálvleiki, eftir at hava verið eitt sindur ivandi fyrstu trý korterini.
Stóðu hesir leikarar seg væl, so var tað hinvegin eitt vónbrot, at nakrir av meira royndu HB leikarunum ikki megnaðu at gera meira um seg. Á miðvøllinum tóktust Rói og Hallur ongantíð at koma veruliga inn í dystin, og serliga var tað í verjupartinum, at teirra partur lá eftir.
Hetta viðførdi eisini, at umstøðurnar hjá Jóhannisi á høgra bakki vóru sera torførar, og serliga í fyrra hálvleiki hevði hann trupulleikar av at plasera seg rætt.
Royndirnar fara at koma
Samanumtikið má sigast, at hóast HB í løtuni liggur á odda í fremstu deildini, so hevur liðið enn ikki tær dygdir, sum skulu til, um liðið skal standa seg nøktandi á altjóða pallinum.
Málini hjá Lombard komu øll meira ella minni av sløsutum verjuspæli, og hetta sleppur man altso ikki væl frá, tá spælt verður á hesum støði.
Talan er tó um eitt sera ungt HB lið, og so við og við koma hesir helst eisini at fáa tær royndir, sum eru so týdningarmiklar í hesum høpi. Hinvegin er tó eisini neyðugt, at teir fáu leikarar, sum hava royndirnar, í nógv størri mun gera sítt til at lyfta liðið.
Komandi leygardag hava teir tó møguleikan at reisa seg, og hóast tað helst ikki er nakar HB?ari, sum væntar ein sigur á útivølli, so eiga teir í størri mun at kunna spæla upp við mótstøðuliðið. So góðir vóru Lombnard nevnliga slettis ikki.
HB-Lombard FC 0-4 (0-3)
0-1: GyklaZsinóiczjy 13.
0-2: Sándor Nagy 20.
0-3: Sandor Nagy 42.
0-4: Vendel Hormyák 52.
Dómaratríbólkur úr Norðurírlandi: John Ferry, John Mc Clenaghan og Michael Mc Lauglin
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rói Árting, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
Lombard FC:
Károly Gelei ? Vernek Hormyák, Geza Meszóly, Jószea Szalma, Attila Virág ? Vojtechkiss, Fabri Zjógoncalves. Gábor Arki, Gykla Zsivóczky ? Sándor Nagy, István Vinczem avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.
Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?
Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.
Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.
Takk fyri
Jóannes Eidesgaard