Reynheim: Teir vóru eina tonn betri

Kári Reynheim var ikki ein maður av nógvum orðum, eftir at lið hansara hevði tapt 3-0 ímóti Differdange hóskvøldið.

- Teir vóru bara betri enn vit í dag. Leikliga hugsavnaðu vit okkum um at halda nullið og at lúra teir av, men teir vóru bara eina tonn betri og skaptu málmøguleikar, segði Kári, sum váttar, at teir løgdu seg aftarliga á vøllin at halda tætt.
- Ja, tað gjørdu vit fyri so vítt í fyrra hálvleiki. Vit fingu sjálvandi onnur ting inn í spælið eisini, men tá ið teir koma á odda 2-0, tá er mótbrekka. Vit skapa ov lítið frameftir, sigur Kári og hyggur nú fram ímóti returdystinum í Gundadali hósdagin kl.18.30.
- Tað er heimavøllur og ein nýggjur dystur. Sæð útfrá dystinum í dag, so mugu vit raka dagin fyri at fáa nakað burturúr, segði Kári Reynheim at enda.