Reyðir metrar í minuttum

Nýútlærdu Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, ið júst hava lokið bacchelorprógv innan ávikavist Fashion Promotion og Contemporary dance, ætla sær í næstum til Kanada og New York, har tær fara at fyrireika eina øðrvísi og spennandi listaframsýning

Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir. Onnur hevur júst vunnið eina virðisløn fyri at hava bestu bacheloruppgávu í Fashion Promotion í Onglandi. Hin hevur eina 1st class degree innan Contemporary dance. Tær hava arbeitt saman fyrr, við skúlaprojektum hjá hvørji aðrari, og kennast væl.
Nú hava tær av álvara sligið høvdini saman, og saman ætla tær at skapa eina listaframsýning fyri føroyskum ungdómum í aldrinum 20-25 ár.

Spennandi og slóðbrótandi
Men talan er ikki um nakra vanliga listaframsýning. Ætlan teirra er at nýta miðlarnar hjá hvør aðrari, sum eru dansur og móti, og samantvinna teir við filmslist. Endamálið er at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind á ein nýggjan og slóðbrótandi hátt.
Marianna Mørkøre, sum Sosialurin fekk orðið á, sigur at tað í Føroyum er so ógvuliga avmarkað hvat fær loyvi at koma undir heitið "list".
? Tá tú kemur burtur frá Føroyum, fært tú veruliga ein skelk av at síggja hvussu nógv kemur undir at vera list í útheiminum. Alt er loyvt, og listafólk kunnu úttrykkja seg á óendaligar hættir. Í Føroyum er nærum alt tað sama, við málningum, tekningum o.s..fr Vit ætla at vísa føroyskum ungum, hvat list eisini kann vera, greiðir Marianna frá.
Tær halda báðar, at tað verður alt ov lítið gjørt við at geva post-tannáringunum, t.v.s. teimum, sum eru í aldrinum 20-25 ár, íblástur og nýggj hugskot.
? Vit hava báðar búð í London, hava arbeitt við nógvum ymiskum listafólki og hava sæð hvat hendir innan listina har. Men tey ungu í Føroyum hava ikki teir møguleikarnar. Nógv eru áhugað í list, og vit ætla okkum at vísa teimum okkurt heilt øðrvísið, sigur Marianna.
Hon staðfestir, at tey í 20'unum eru ein eftirbátur, hvat ið listini viðvíkur. Og tað ætla tær báðar sær nú at gera nakað við.


Reyðir metrar í minuttum
Rannvá og Marianna ætla sær at eksperimentera við rørðslumyndum, ljósi, ljóði, stødd og tíð. Onnur er koreograf, hin er designari og samantvinnandi miðilin verður upptøkutóli, sum tær ætla at nýta á ein øðrvísi og spennandi hátt.
? Tað, sum er so facinerandi við upptøkutólinum er tað, at tað ber til at manipulera tað, sum eygað sær. Á hendan hátt hava vit, sum listakvinnur, tamarhald á hvat vit vilja leggja høvuðsdentin á, siga tær.
Verkætlanin verður býtt í tveir partar. "Reyðir metrar í minuttum" er ein listaframsýning við rørslumyndum, har tær fara at spæla við ljós, ljóð og rørslu og flætta egnar royndir og vitan saman. Tær hava jú fingist við ógvuliga ymisk ting, og royndirnar eru tí ógvuliga ymiskar.
Ætlanin er at fara til eina lítla oyggj uttan fyri Montreal í Kanada, har tær vera í 4 vikur, fáa sær íblástur og taka upp. Endamálið við at fara haðar at taka upp, er, sum tær sjálvar siga, ? At fáa sett ting í perspektiv og at sleppa tí sjálvsagda og siðbundna.
Síðani verður steðga eina viku í Montreal og eina viku í New York, har tær báðar fara at luttaka á ymiskum skeiðum innan listagreinir teirra. Har fara tær at møta virkandi listafólki og fáa samband við onnur fólk, ið fáast við list. Her kunnu tær sostatt fáa hjálp og íblástur til at fáa tað besta burturúr upptøkunum, og sostatt fáa úrslitið so gott sum gjørligt.
Hin parturin av framsýningini verður ein stuttfilmur, ið vísir hvussu tær arbeiða seg fram til endaliga úrslitið. Hetta verður ein dokumentarfilmur, einar 20 minuttir til longdar, og hann fer at vísa áhugaðum, hvussu ein øðrvísi listaframsýning verður til frá byrjan til enda. Hann skal virka sum íblástur til teirra, ið hava hug at royna nakað nýtt og eksperimenterandi.
Filmurin fer at geva eina realistiska mynd av arbeiðsgongdini. Ein listaframsýning av slíkum slag er jú ein stór avbjóðing, men Rannvá og Marianna trúgva uppá, at tað letur seg gera, og tað vilja tær prógva við dokumentarfilminum. Til íblástur fyri onnur listaáhugað ung í Føroyum.

Málið: januar 2005
Hugskotið til verkætlanina kom í lag, eftir at tær høvdu lokið útbúgvingarnar. Tær sótu og prátaðu saman, og høvdu báðar hug til at arbeiða innan eksperimenterandi list, har tær kundu nýta vitanina, tær hava fingið ígjøgnum útbúgvingina, og samstundis menna seg meiri. Eisini vildu tær gera nakað listarligt fyri tey 20-25 ára gomlu.
Tær hugsaðu fyrst um hvat tær høvdu hug til. Síðani hvat var realistiskt og hvat tær kundu skaffa pening til. Og í oktober mánaði leggja tær til brots.
Rannvá og Marianna hava longu bílagt Smiðjuna í Lítluvík til framsýningina av verkætlanini, sum ætlandi verður 6.-12. januar í 2005. Talan verður um eina listaframsýning við livandi myndum, har fleiri projektørar verða nýttir. Framsýningin verður sostatt sett upp á ein ógvuliga ótraditionellan hátt.
Spennandi verður at síggja hvat tær báðar koma fram til. Tað verður tó ikki avdúkað fyrr enn um fýra mánaðir, hvussu dansur og móti kunnu samantvinnast til eina listaframsýning við livandi myndum.