Fyri tíggju árum síðani stakk ein maður í Saudiarabia ein annan mann so meint, at hann gjørdist lamin niðan fyri miðjuna. Nú hevur dómnsvaldið gjørt av, at maðurin, sum førdi knívin, skal berjast so illa, at hann eisini verður lamin niðan miðjuna.
Rætturin í býnum Al-Ahsa staðfesti í dag, at tann nú 24 ára gamli Ali al-Khawahir skal bøta fyri tað, sum hann gjørdi sum 14 ára gamal.
Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International mótmælir harðliga avgerðini.
-At gera ein mann lamnan fyri at revsa hann fyri eitt brotsverk er torturur, sigur Ann Harrison, varaleiðari hjá AI í Miðeystri og Norðurafrika sambært NTB. Hon mælir teimum suadiarabisku myndugleikunum til at virða landsins altjóða skyldur og at strika slíkar ræðuligar revsingar úr lógini.