Tað má ikki vera revolvarapolitikkur, sum fer at avgera stríðið um makrelin. Kemur tað hartil, sær svart út hjá føroyingum og fyri viðurskifti okkara við Es - og Danmark.
Tað staðfesti Sjúrður Skaale, fólkatingslimur á Fólkatingi í dag, tá ið danska fíggjarlógin fyri í ár var til viðgerðar.
Hann viðurkennir, at makrelstríðið hevur gjørt Føroyar og Danmark til mótpartar
Hann viðurkennir eisini, at danska stjørnin er í eini sera torførari støðu, við tað, at Danmark er limur í ES og enntá hevur formansskapin í felagsskapinum.
Men Sjúrður Skaale sigur, at hann er nøgdur við tær fráboðanir, higartil eru komnar frá donsku stjørnini.
Danska stjørnin hevur boðað ES frá, at tað má avgjørt vera síðsti útvegur at tiltøk verða sett í verk ímóti føroyingum og at tiltøk mugu undir øllum umstøðum vera í samsvari við altjóða skyldur og mugu ikki verða harðligari enn ósemjan leggur upp til.
Danska stjørnin viðurkennur eisini, at verða tiltøk sett í verk, fer tað at føra til spent viðurskifti ímillum Føroyar og Danmark.
Tí hevur danska stjørnin boðað frá, at hon fer at gera alt, sum stendur í hennara makt fyri at finna eina samráðingarloysn.
- Hetta er tað, føroyingar vilja, nevniliga at tað ikki skal vera politiskt vald og hóttanir, sum avgera makrelstríðið, men sakligar lívfrøðiligar, løgfrøðiligar atlit, sum verða avgerandi.
- Í so máta hava føroyingar alt at vinna, leggur fólkatingsmaðurin afturat.