Fyri løtu síðani gjørdist greitt, hvørji filmar fáa møguleikan at vinna ein av størstu virðislønunum í filmsheiminum, Oscar virðislønina.
Filmurin við flestu tilnevningum er The Revenant, har Leonardo DiCaprio hevur høvuðsleikin.
Mad Max: Fury Road er filmurin við næstflest tilnevningum, nevniliga tíggju í tali.
Aðrir filmar við fleiri tilnevningum eru The Martian, 7, Spotlight, 6, Bridge of Spies, 6, Carol, 6, The Big Short, 5, og Star Wars: The Force Awakens, 5.
Tá tveir filmar fáa so nógvar tilnevningar, er tað valla óvæntað, at báðir filmar eru við í kappingini um at gerast ársins filmur. Hinir filmarnir, ið eru tilnevndir í sama bólki eru Bridge of Spies, The Martian, Room, Spotlight, Brooklyn og The Big Short.
The Revenant og Mad Max kappast eisini um heiðurin fyri besta leikstjóra. Alejandro G Inarritu er tilnevndur fyri The Revenant, Tom McCarthy fyri Spotlight, Adam McKay fyri The Big Short, George Miller fyri Mad Max: Fury Road og Lenny Abrahamson fyri filmin Room.
Í bólkinum fyri besta mannliga sjónleikara er fimm sjónleikarar tilnevndir. Leonardo DiCaprio fyri sín leiklut í The Revenant, Bryan Cranston fyri sín leiklut í Trumbo, Michael Fassbender fyri leiklutin í Steve Jobs, Eddie Redmayne fyri sín leiklut í The Danish Girl og Matt Damon fyri leiklutin í The Martian.
Hjá kvinnuligu sjónleikarunum eru tað eisini fimm um boðið til virðislønina. Tær eru Brie Larson fyri leiklutin í filminum Room, Cate Blanchett fyri leiklutin í Carol, Saoirse Ronan fyri leiklutin í Brooklyn, Jennifer Lawrence fyri leiklutin í Joy og Charlotte Rampling fyri hennara leiklut í filminum 45 Years.
Oscars virðislønirnar verða handaðar 28. februar.

Leonardio DiCaprio í filminum The Revenant
Revenant kann vinna 12 Oscar-virðislønir

Leonardio DiCaprio í filminum The Revenant

Leonardio DiCaprio í filminum The Revenant

Leonardio DiCaprio í filminum The Revenant

Leonardio DiCaprio í filminum The Revenant

Leonardio DiCaprio í filminum The Revenant

Leonardio DiCaprio í filminum The Revenant