Rescue Lív eftir báti á Sandoyarbanka

Bjargingarbáturin Rescue Lív mátti út á Sandoyarbanka í nátt at hjálpa báti við maskinskaða.

Klokkan hálvgum tólv gjáranáttina vórðu boð eftir bjargingarbátinum Rescue Lív, aftaná at MRCC støðin hevði fingið fráboðan um ein bát, ið hevði fingið maskinskaða á Sandoyarbanka.


Av MRCC støðini verður upplýst, at báturin lá 25 fjórðingar út frá landi, og var einar tretivu føtur til longdar, so tað tók fleiri tímar at sleipa bátin til Havnar.


Ikki fyrr enn klokkan seks í morgun kom Rescue Lív á Havnina við fiskibátinum, t.v.s. umleið seks og ein hálvan tíma aftaná, at tey fingu boð um maskinskaðan.