Republikanski senatsleiðarin viðurkennir sigur til Biden

Mitch McConnel hevur ikki vilja sagt nakað um, hvør vann forsetavlaið í USA. Nú brýtur hann tøgnina.

 

Formaðurin í Senatinum, Mitch McConnell, hevur í dag ynskt demokratunum Joe Biden og Kamala Harris tillukku við sigrinum á forsetavalinum.

– Valmenninir hava talað, sigur leiðandi republikanarin sambært New York Times.

Í gjár váttaðu valmenninir í ymsu statunum valsigurin hjá Biden. Hann fekk sum væntað 306 valmansatkvøður, meðan Donald Trump fekk 232. Tað skulu 270 atkvøður fyri at verða valdur til forseta í USA.

McConnel hevur higartil ikki vilja sagt nakað um, hvør vann forestavalið 3. november.

Higartil hevur hann bara sagt, at forsetin, Donald Trump, hevur ætt til at royna úrslitið við dómstólarnar í USA.

Trump hevur ferð eftir ferð sagt, at tað hevur verið umfatandi valsvik, og at hann er tann rætti vinnarin.

Men almennu úrslitini, sum eru góðkent í hvørjum stati sær vísa, at Joe Biden kring alt landið hevur fingið sjey milliónir atkvøður fleiri enn Trump og vann í fleiri av avgerandi statunum.

Fleiri dómstólar hava eisini avvíst kravum, sum Trump og advokatar hansara hava latið teimum.

/ritzau/