René meistari við eykaliðnum hjá Brøndby

René Shaki Joensen spælir aftur við fullari ferð. Í vikuni legði hann upp til mál, tá eykaliðið hjá Brøndby vann 2-0 á eykaliðnum hjá Randers og hevur vunnið “Pulje 2” fyri eykalið.

 

Føroyski U21 landsliðsspælarin hevur verið skaddur í longri tíð, men er nú komin fyri seg. Hann byrjaði á bonkinum, men kom inn longu aftaná 30 minuttir.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki legði René Shaki Joensen bóltin í pannuna á Daniel Holm, sum legði Brøndby á odda. Nakað seinni økti Brent McGrath til 2-0.

 

Eykaliðið hjá Brøndby hevur vunnið átta av 10 dystum, og spælt ein javnan og tapt ein. Sostatt er eykaliðið hjá Brøndby vinnari av “Pulje 2”. Tað er tríggjar ymiskar kappingar fyri eykalið í Danmark,

 

Mynd: Hesa myndina legði Facebook bólkurin "For os der støtter Brøndby imedgang og modgang" út. Rene stendur næst uttast til høgru - aftast.