René fekk 20 minuttir

Vendsyssel eigur enn sín fyrsta sigur til góðar í kappingarárinum

Vendsyssel FF, sum hevur tríggjar evnaríkar føroyskar leikarar í hópinum, hevur ikki fingið tí bestu byrjanina uppá nýggja kappingarárið í næstbestu donsku deildini.

 

Vendsyssel hevur higartil tapt báðar teir fyrstu dystirnar sum eru spældir.

 

Í gjár tapti Vendsyssel 3-2 móti Nykøbing FC á útivølli.

 

Av teimum føroysku leikarunum í Vendsyssel, er tað bert René Shaki Joensen, sum enn er komin á vøllin í hesum kappingarárinum. René kom á vøllin í gjár tá 20 minuttir vóru eftir, tá støðan var 3-2 til Nykøbing. Sum heild var talan um gott innhopp hjá føroyska leikaranum, tí hann var í fleiri førum nær við at koma á máltalvuna fyri Vendsyssel.

 

Av hinum føroysku leikarunum í Vendsyssel, sat Hákun Edmundsson allan dystin á bonkinum, meðan Meinhard E. Olsen enn ikki er komin fyri seg aftaná skaða.

 

Vendsyssel spælir hóskvøldið føroyingauppgerð móti Vejle BK, har Viljormur Davidsen spælir.