Hjørleif Hjaltalin, Valevni fyri Fólkaflokkin til Tórshavnar býráð
?????????
Nú nærkast tíðin, tá bilarnir verða skøddir til vetrarhálvuna!
Tórshavnar kommunu nýtur árliga 10.000 tons av asfalti til vegakervið í kommununi! Av hesum verður umleið helvtin nýtt til at bøta um vegirnar, eftir vetrarhálvuna og ein stórur partur av hesum sliti, stavar frá píkadekkum. Hetta slit sæst so aftur sum asfaltsdust og asfaltsevja runt í øllum býnum. Hesari evju hava borgarar í Tórshavnar kommunu liva við, í nógv ár. Hugskot hava verið um at banna nýtslu av píkadekkum í kommuni, og nógv kjak, bæði fyri og ímóti, hevur staðist av hesum.
Um ein partur av pen-ingajáttanini til asfaltarbeiði í staðin varð nýttur til enn betur salting av vegakervinum, so vóru helst nógvir bilførarar, ið ikki valdu at nýta píkadekk. Um bilførarar vistu, at vegakervið í kommuni var effektivt saltað, hví skuldu teir so sett píkadekk á bilarnar? Í staðin fyri við lóg at banna nýtsluni av píkadekkum, so kunnu vit gera umstøðurnar so góðar, at ikki er neyðugt at nýta píkadekk! So kunnu tey , ið veruliga hava tørv á píkadekkum framvegis nýta tey, meðan onnur kunnu nýta vanlig vetrardekk. Vit høvdu fingið ein reinari bý, dálkingin av umhvørvinum bleiv minni og ikki minst, tað vildi eisini minka um ampan av asfaltsdustinum í býnum. Vit kundu so við røttum sagt, "Havnin skal skína" !