Eingir Oyggjaleikir uttan ein maskott, og nú er hesin eisini til reiðar at taka ímóti ítróttarfólkunum, sum leita sær til Rhodos í summar.
Hesa ferð er maskotturin eitt reinsdjór, og hóast vit ofta seta hesi í samband við norðara partin av Finnmørkini, so finnast slík eisini í skóginum á Rhodos.
Navnið er ein samanrenning av Rhodos, har leikirnir jú skulu haldast, og Helios, so merkir sól. Sólin er vanliga búmerkið hjá griksku oynni, og ivaleyst fer hennara styrki eisini at seta sín dám á, tá kappingarnar fara fram í bakandi hita.