Reiðarin á Anitu: Ógvuliga óheppin støða

Nú mugu vit fyrst og fremst hugsa um manningina, sigur Søren Christensen

Tað er ein ógvuliga óheppin støða vit eru komnir í, men nú mugu vit fyrst og fremst taka okkum av manningini, sum vit hava fingið boð um at senda av landinum.

Tað sigur Rás2 frá Søren Christiansen, reiðara á Anitu.

 

Manningin skal hava flutnings visum fyri at ferðast gjøgnum Schengenøkið, og tað er politiið í Føroyum, ið skal geva tað.

 

Umsóknirnar verða lætnar inn í dag ella mánamorgunin, og so skulu vit rokna við einum degi hjá politinum at gjøgnumganga umsóknirnar, sigur Søren Christiansen við Rás2

 

Eisini skal ein fastløgd ferðaætlan leggjast við, leggur hann afturat og tað er hetta, sum reiðarin arbeiðir við í løtuni.

 

Allir indonesararnir vórðu avhoyrdir í rættinum dag um viðurskiftini umborð, so teir eru allir leysir at fara avstað.

Ætlanin var annars, at tann eini skuldi avhoyrast komandi fríggjadag.

 

- Teir vilja allir ferðast saman, so tað kom bara væl við at teir eru leysir av rættinum nú, sigur reiðarin á Anitu.

 

Flogferðaseðlar skulu keypast, so tað einasta eg kann siga íløtuni er, at teir fara avstað einaferð í komandi viku, sigur Søren Christiansen.