Reiðari kallar sáttmála við russar eina katastrofu

Sáttmálin við russar er ein skandaløs katastrofa, heldur fyrrverandi reiðari og vísir á, at fyri tey fáu tonsini av toski og hýsu afturat, hava vit goldið dýrt fyri Í gjár fanst ein reiðari hvassliga at sáttmálanum við russar. Tað var Hans Andrias Joensen, forstjóri í Thor í Hósvík, sum heldur, at sáttmálin hevur kostað okkum millum 200 og 300 mió. krónur. Í dag gevur Atli Hansen, fyrrverandi reiðari og løgtingsmaður í Gøtu, av somu skuffu.

- Vit hava fingið 1.600 tons av toski og 200 tons av hýsu afturat í Barentshavinum. Vit hava goldið við minus 20.000 tonsum av svartkjafti og 4.100 tonsum av makreli, sigur Atli Hansen og kallar sáttmálan við russar fyri eina skandaløsa katastrofu.

Víðari sigur fyrrverandi reiðarin í Gøtu, at vit frammanundan høvdu ein sáttmála, sum í ólukkumát var til russiskan fyrimun.

- Sama okursprís hava vit nú aftur goldið fyri at fáa hesi tonsini afturat. Og tað til ein flota, sum ikki hevur brúk fyri teimum. Ella kanska er tað ikki teir, sum skulu hava vøksturin í kvotuni?, spyr Atli Hansen.

Hann vísir á, at hann sambært lógina um vinnuligan fiskiskap er medeigari av hesum virðum.

- Virðir, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum so fyrilitarleyst jonglerar við. Eg ivist í, um hann klárar at møta lógini um ábyrgd landsstýrismanna í hesum málinum. Eingin náttúrulóg sigur, at fyri tí at toskakvotan fer upp í Barentshavinum, so skulu vit tøma bókina fyri at keypa meira av hesum. Ella er landsstýrismaðurin kanska við hesum í ferð við at leggja upp til at lata eitt ella tvey loyvir afturat í Barentshavinum? Tað hevði verið at ført politikk, sigur Atli Hansen.