Reiðari fekk hjálp frá skipara

Føroya Fiskimannafelag hevur í eina tíð kannað ein reiðara, har ymisk viðurskifti ikki hava sæð røtt út.

- Vit komu eftir, at útreiðslurnar vóru alt ov høgar og bóðu reiðarin skjalprógva hesar. Tað kundi hann ikki og segði, at talan var um eitt mistak. Hetta førdi til, at útreiðslurnar nú eru 815,24 krónur minni um dagin. Nakað seinni var aftur galið. Nú lá skipið vegna skaða, men tíbetur fyri manningina komu teir undir inntøkutapstrygging og kundu fáa nøkur oyru haðani.

Tað sigur Føroya Fiskimannafelag.

- Men nú hendir tað, ið ikki eigur at henda. Reiðarin fær sær sjálvur part av pengunum, sum manningin eigur. Orsøkin er, at reiðarin sigur seg hava havt so nógv stríð av hesum máli. Tað er soleiðis, at manningin eigur altíð pengarnar og ikki reiðarin. Hetta gongur so yvir manningina, sum ikki allir fáa tað teir eiga.

Lagt verður aftrat, at tá orðadráttur stendst av hesum millum reiðaran og formannin í Fiskimannafelagnum, sigur reiðarin, at hann onga ábyrgd hevur havt av hesum og vísir til skiparan, sum hevur býtt og sendir prógv fyri hesum.

- Reiðarin hótti við, at hann ikki fór at gera sáttmála aftur við Fiskimannafelagið, tí vit fingu hann at halda sáttmálan. Hann lovaði eisini, at hann skuldi venda fiskimonnum í móti formanni og nevndini í felagnum.

Fiskimannafelagið spyr, um reiðarin virkuliga heldur, at fiskimenn fara at lurta eftir honum ella skiparanum, ið var við til at taka pengar frá teimum.

- Um so er, má hann trúgva um aftur. Tað vóru 15 mans tryggjaðir, men einans 13 partar goldnir út. Hesum fara vit eftir, og hetta mál vinnur Føroya Fiskimannafelag eisini, sigur felagið í dag.