Regnið steðgaði ikki ballinum

Lukas Graham fekk vatnið á Vágsbøi upp á kók.

Lukas Graham eru júst komnir av pallinum frá einari fjøld í reinum ovfarakæti, sjálvt um tey vóru vát inn á bein.

 

Eitt av fyrstu løgunum hjá Lukas Graham var ”Drunk In the Morning”, sum beinanvegin fekk fjøldina við. Eftir sangin tosaði Lukas við fjøldina, og avdúkaði, at hann hevði roynt fisk og hval áðrenn konsertina, umframt at hava keypt eina rúgvu av ullatoyið til dóttur sína, aðrenn hann legði aftuat.

 

- Fyri tveimum árum síðani spældu vit her, og beint eftir tað fingu vit veruliga okkara gjøgnumbrot. Tað er kanska tykkum at takka – so sjálvandi er tað hóskandi, at vit koma her at runda okkara tveyára konsertferð í Klaksvík!

 

Fjøldin ýldi við, og onkur frammarlaga tveitti eina underberg upp á pallin. Lukas Forchhammer gjørdi ikki mætari enn at biðja um eina afturat til bassistin hjá sær. Teir skálaðu og tømdu lítlu fløskurnar, meðan fjøldin kókaði.

 

Tað merktist ógvuliga væl, at hetta vóru tónleikarar í venjing og stórformi. Konsertin var væl løgd til rættis við góðari javnvág millum tey meira stillu løgini, og áhoyrarafavorittarnar.

 

Eftir ein av teimum friðarligu løgunum, spurdi Lukas einaferð um hjálp frá gestablíðu áhoyrararunum til tostan. Tað gekk skjótt - so botnaði hann eina øl. Fjøldin fór undir at brøla ”Lukas” aftur og aftur. Av fór blusan, í tí oysandi regninum.

 

- Tað eru ikki bert tit sum eru av víkingaætt, rópti forsangarin út til fjøldina, og setti hann aftur ferð á við einum meira peppaðum lagi um pápa sín, sum fekk bassistin Magnus at fara úr síni blus eisini. Tað fekk enntá summar av fremstu áhoyrarunum til at lata seg úr í samhuga.

 

Tá ið teir rundaðu av við oyrahangaranum, 7 Years, hevði yvirkroppaveitslan á pallinum tó sett seg á røddina hjá Lukasi, og mátti hann fáa sær ein temunn til hjálpar.

 

Samanumtikið var tað ein stór og minnilig konsertuppliving, sum fólk fingu afturborið fyri at standa móti regninum á Vágsbøi í kvøld.