Síðan nógva regnið hóskvøldið hevur tað verið turt í Roskilde, heilt til Boys In A Band høvdu spælt hálvt annað lag. Regnið fylti teltið við krokandi gestum Boys In A Band høvdu savnað eitt sindur av fólki í Pavillion teltinum, har bólkurin spældi, tá teir fóru á pall klokkan 16 danska tíð. Rættiliga fitt av fólkinum vóru føroyingar, men eisini onnur vóru komin at hoyra bólkin. Men bólkurin hevði ikki spælt leingi, tá tað fór at oysregna, festivalgestirnir, sum á tí nú rættiliga turra festivaløkinum høvdu latið regnklæðini ligið eftir í teltinum skundaðu sær inn undir teltdúkarnar við pallarnar, tí fyltist telti rættiliga nógv, og Boys In A Band spældu knappiliga fyri eini stórari mannfjøld.
Tað eydnaðist rættiliga væl bólkinum, at fáa lív í fólkið, og at døma eftir stóru bíðirøðunum at fáa autografir, keypa demofløgur, t-troyggir, langar undirbuksur ella gummistivlar, alt við Boys In A Band prentaðum á sær, so vann eysturoyarbólkurin sær nógvar nýggjar fjepparar á festivalinum.
Konsertin var sum heild góð, hóast bólkurin onkuntíð hevur spælt betur, og serliga sangarin Pætur Zachariassen tyktist eitt sindur hásur í støðum. Tann vanliga orkan var tó har, og hetta er so týdningarmikil partur av teirra úttrykki.
Fleiri nýggj løg vóru á skránni, og boða tey frá, at bólkurin hevur meira uppá seg, enn peppaði Franz Ferdinand rokkin, ið vit kenna teir fyri.
Ljóðið kundi verið betur, og tað bleiv tað eisini undir konsertini, tó tyktist ljóðmaðurin dekan ov leitandi í teimum ymisku løgunum, og tað er upp á tíðina, at Boys In A Band fáa sær egnan ljóðmann.









