Leiðslurnar á Ríkissjúkrahúsinum og á sjúkrahúsinum í Hvidovre sótu sum á nálum leygarkvøldið, tí tær bóru ótta fyri, at gloprarregnið fór at oyðileggja elskipanina og neyðstreymskipanina, so teir næstan 1.400 sjúklingarnir máttu koyrast út.
So ringt bleiv tað ikki, men gloprarregnið gjørdi, at fleiri sjúklingar máttu flytast av Ríkissjúkrahúsinum til sjúkrahúsið í Herlev. Lyfturnar riggaðu ikki, og á stráludeildini var vandi fyri, at vatnið fór at oyðileggja ta dýru útgerðina har.
Jannik Hilsted, sum er læknastjóri á Ríkissjúkrahúsinum, sigur við Politiken, at støðan var ring, men at tað ringasta var óttin fyri, at neyðstreymskipanin fór at svíkja, tí so hevði støðan verið heilt hættislig.
Á sjúkrahúsinum í Hvidovre helt leiðslan fund klokkan 22 leygarkvøldið, har fólk umrøddu vandan fyri, at tað kundi blíva neyðugt at flyta teir umleið 450 sjúklingarnar til onnur sjúkrahús.
Formaðurin í heilsuráðnum í høvuðsstaðarumráðnum, Charlotte Fischer, sigur við Politiken, at eftir hennara tykki er tað ikki nøktandi, at trygdin á landins størstu sjúkrahúsum kann koma í vanda av gloprarregni. Tí má málið takast upp, sigur hon.