Í gjár varð ein nýggjur covid-19 tilburður staðfestur í Aasiaat í Grønlandi. Á einum tíðindafundi í dag upplýstu grønlendski landslæknin og grønlendski landsstýrisformaðurin, at hin smittaði og familja hansara hildu ikki reglurnar um sóttarhald.
Sjúkueyðkennini hjá hinum smittaða hava verið hosti og nakað av pínu í hálsinum.
Sambært Sermitsiaq, sum vísir til tíðindafundin í dag, hevur familjan hjá tí smittaða, sum var komin úr útlandinum, havt vitjan, áðrenn endurkanningin, sum vísti, at viðkomandi var positivur, varð gjørd.
Eisini hevur familjan hjá viðkomandi verið til arbeiðis, tó at tey búðu saman við honum, sum var í sóttarhaldi.
Hetta merkir, skrivar Sermitsiaq, at nú eru tíggju fólk, sum hava verið í samband við hin smittaða, sett í sóttarhald í Aasiaat. Hesi verða kannað í seinasta lagi um eina viku.
Ein í familjuni í Aasiaat, sum kann vera smittaður, hevur eisini verið í Nuuk, og hetta hevur so aftur havt ta avleiðing, at øll fíggjarnevndin í landstinginum nú er í sóttarhaldi, tí tey hava verið á fundi við persónin, sum kann verða smittaður við covid-19.