Tað ljóðar sum ein av teimum vanligum søgunum, sum nú og tá eru at finna á ítróttarsíðunum tá einki annað er at skriva heim um. Men tað tykist sum hald er í søguni, sum setur Manchester City framherjan í samband við Real Madrid.
Fleiri spanskir viðmerkjarar og ítróttarskrivarar hava seinastu dagarnar borið fram tíðindi, sum siga at Real Madrid í summar ætlar at keypa Sergio Aguero. Tað hevur verið lív í søguni í eina tíð, men tá menn sum Guillem Balague, ið av mongum verður mettur sum vælvitandi fótbóltsviðmekrjari og ein, sum hevur góðar keldur í sponskum fótbólti, er sinnaðir at festa søguna á blað, so er væl møguligt at hald í søguni.
Hann skrivar í spanska blaðnum, AS, at Real Madrid í summer fer at raðfesta svigarsonin hjá Diego Maradona ovast á innkeypslistanum. Real Madrid ynskti at keypa Sergio Aguero í fjør, tá hann skifti frá Atletico Madrid, har hann spældi í fimm ár, til Manchester City. Trupulleikin var, at Atletico Madrid á ongan hátt vóru sinnaðir at selja argentinska framherjan til grannarnar og arvafíggindarnar úr Real Madrid.
Tað ljóðar, at Real Madrid eru sinnaðir at bjóðar Gonzalo Higuaín og ein posa av pengum í býti fyri landsmannin, Sergio Aguero. Manchester City royndi eisini at keypa Kaka á sinni frá AC Milan, árðenn hann fór til Real Madrid. Tí er heldur ikki óhugsandi, at Manchester City framvegis eru áhugaðir í brasilska landsliðleikaranum.
Ein av orsøkunum til at tíðindini eru vælkomin í Aguero familjuni er sambært greinin í AS, at tey ikki hava funnið seg til rættis í norðuronglandi, og sakna lívið í Madrid. Tað er ikki ókent, at suðuramerikanarar til tíðir hava trupult at venja seg við heldur gráa og kalda verðurlagið í norðuronglandi.
Sergio Aguero hevur annars verið ein av lyklaleikarunum hjá Manchester City í ár, men felagið hevur sambært millum annað Duncan Castles í The National longu verið í samband við Arsenal liðskiparan, Robin Van Persie. 29-ára gamli framherjin hevur bara eitt ár eftir av sáttmálanum við Arsenal. Um hann skiftir frá Arsenal til Manchester City, so verður hann tann fimti Arsenal leikarin upp á trý ár, sum skiftir til Manchester City. Hinir fýra eru Emmanuel Adebayor, Kolo Toure, Gael Clichy og Samir Nasri.
Spurningurin er um góða gongdin hjá Arsenal seinastu mánaðirnar fer at eggja Robin Van Persie, sum er toppskorari í Premier League, at leingja sáttmálan við Arsenal.