Real Madrid var í kvøld á vitjan hjá Osasuna, sum als ikki vóru gestablíðir. Osasuna við fyrrverandi spanska landsliðsvenjarinum, José Antonio Camacho á odda, tóktist frá byrjan sera væl skipaðir og løgdu nógv fyri. Einasta málið í dystinum kom tá ein góður tími var spælur. Javier Camunas gjørdist leysur í Real Madrid brotsteiginum og sendi bóltin umvegis stongina í mál. Osasuna var nærri at økja, enn José Mourinho og hansara menn at javna.
Barcelona var í gjár á vitjan hjá Hercules, sum er einasta liðið í La Liga, sum hevur vunnið á Barcelona hetta kappingarárið. Hesa ferð var tó ongin ivi. Barcelona kom á odda í fyrra halvleiki við máli frá Pedro, sum hevur skorað í teimum seinastu seks dystinum fyri Barcelona. Í seinna hálvleiki var tað Lionel Messi, sum tók yvir og økti til bæði 2-0 og 3-0, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Barcelona hevur nú vunnið teir seinastu 15 dystirnar í La Liga, sum er eins nógv og metið, ið Real Madrid hevur frá kappingarárinum 1960/61. Hetta var eisini sættu ferð á rað, at Barcelona skorar fleiri enn trý mál og tað er eisini eins nógv og metið, ið Real Madrid hevur frá 1986.
Barcelona liggur nú sjey stig fremman fyri Real Madrid. Barcelona og Real Madrid hava bæði góð kort í hondini til seinnu hálvfinalurnar í sponsku steypakappingini, sum verða spældar í vikuni. Sostatt er møguleiki fyri eini dreyma finalu í Copa del Rey.