Í 45 ár hevur Alfredo di Stéfano við sínum 307 málum havt málmetið í Real Madrid. Men um vikuskiftið mátti nú 82 ára gamla legendan ásanna, at ein yngri legenda hevur tikið metið. Raul javnaði metið fyri tveimum vikum síðani, og í 4-0 sigrinum móti Gijon skoraði Raul tvær ferðir, og lítil ivi er um, at hann nú verður methavari í hampuliga nógv ár.