Firmakapping
Einir 200 mans - og ein einstøk kvinna - býtt upp í 36 lið luttóku í firma ? og einstaklingakappingini, Føroya Bjór Cup, sum HB skipaði fyri leygardagin 11. januar. Har vóru bæði stjórar, formenn, landsliðsleikarar og "vanligir" arbeiðarar í rokanum í teimum 123 dystunum. Eitt lið varð tíverri kolldømt aftaná at hava vunnið hálvfinalubólkin hjá sær, tí teir høvdu brúkt ein ólógligan leikara. Kanska spell fyri kappingina, men reglur eru reglur. Fyrireikararnir báðir, Jan Falkenberg og Marni Mortensen siga, at kappingin sum heild gekk uppá stás, og at kalla allir dystirnir vórðu avgreiddir til ásettu tíðirnar. Lagt var fyri klokkan 9.30 leygarmorgunin, og so var hildið á uttan íhald til kl. 22.00.
Eitt "blandað" garvað lið frá Rasmussen & Weihe - við m.ø. einum
væluppløgdum Pól Thorsteinsson á liðnum - vann finalubólkin og sostatt kappingina rættuliga trygt, meðan eitt ungt lið av Strondum, Team Jón Joensen kallað, ognaði sær 2. plássið. Liðið hjá Høgna Mikkelsen tók tey flestu á bóli - allarhelst seg sjálvar eisini - og fekk eitt flott 3. pláss. Hini liðini í finalubólkinum vóru Kjøth, Brandstøðin og Poul Michelsen.
Aftaná kappingina takkaði HB-formaðurin, Birgir Enghamar, luttakandi liðunum fyri luttøkuna og Føroya Bjór, sum stuðlaði kappingini fíggjarliga.
Luttøkupeningurin fer til ungdómsarbeiðið hjá felagnum. Síðani handaði leiðarin hjá Føroya Bjór í Havn, Petur Petersen, bestu liðunum heiðursmerki og steyp.