Í kvøld klokkan 19 verður stórsteypadysturin millum føroyameistarnar, B36 og steypavinnararnar, Víking leiktur á Tòrsvølli. Innkomni peningurin fer óskerdur til Føroya Fólkaháskúla. Hetta er 10. árið Lions Føroyar saman við FSF skipar fyri stórsteypadystinum.
Stórsteypadysturin er startskotið uppá kappingarárið 2016, og ætlar Rás2 at fylgja kappingarárinum frá byrjan til enda.
Tróndur Arge fer at siga frá stórsteypadystinum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 18.55.
Øll kunnu lurta á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, á FM 95,9 og á FM 98,7.