Rás2 sigur frá HB-ÍF í dag

Sendingin byrjar klokkan 14.15. Hollir heimildarmenn verða til hinar dystirnar

Tað verður aftur stórur fótbóltsdagur á Rás2, 2. hvítusunnudag 25. mai: Hilmar Jan Hansen sigur frá HB-ÌF, sum byrjar klokkan 15. Vit hava heimildarmenn: Helgi L. Petersen til EB Streymur-NSÍ, Agnar Frederiksen til KÍ-FC Suðuroy, André Olsen til Víkingur-B36, og til TB-AB verður tað Helgi Eidesgaard, sum verður heimildarmaður.

 

Allir dystirnir byrja klokkan 15.Sendingin byrjar klokkan 14.15 har Heri Simonsen fer at práta við Boga Simonsen um NM-silvur í bridge og avbjóðingina hjá B36 í dag. Prátað verður eisini við Eyðun Thorgeirsson (KÍ) og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen (AB). Vit fáa liðuppstillingarnar millum klokkan 14.45 og 15.

 

Í sendingini "Triði Hálvleikur" verður prátað við umboð fyri tey ymisku feløgini. Prátað verður m.a. við Kára Nielsen (AB), Trygva Mortensen (NSÍ) og Teit Joensen (EB/Streymur). Til ber at smsa inn til 559999. Besta smsið vinnur tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland á Tórsvølli, leygarkvøldið 13. juni.