Hóast tað almenna úrslitið av írska forsetavalinum í gjár ikki kemur fyrr enn seinni í dag, er tað longu greitt, at tann næsti írski forsetin eitur Michael D. Higgins. Hann er 70 ára gamal, fyrrverandi mentamálaráðharri og skald.
Fyribilstøl vístu í gjárkvøldi, at Higgins hevði fingið 43 prosent av atkvøðunum, og at harðasti kappingarneyti hansara, Sean Gallagher, hevði fingið 23 prosent. Gallagher kunngjørdi løtu seinni, at hann hevði ynskt Higgins tillukku við sigrinum.
Eitt triðja valevni, fyrrverandi IRA-yvirmaðurin Martin McGuinness, ið var valevni hjá Sinn Fein, fekk sambært fyribilstølunum 14 prosent av atkvøðunum.
Valluttøkan lá um 56 prosent.










