Rapp royndi at yvirliva einsamallur og svangur

- Einaferð hevði eg eitt heim, men fólkini koyrdu meg út og eg slapp ikki innaftur

- Einaferð hevði eg eitt heim, men fólkini koyrdu meg út, og eg slapp ikki inn aftur. Síðani tá havi eg einki heim havt. Eingin vinarlig rødd var, sum bað meg koma inn at fáa mær at eta. Eingin hond var at kína mær vinarliga, til eg sovnaði á einari bleytari sofu.

 

Soleiðis ljóðar frá frensinum Rapp í syrgiligu søguni, sum Djóraverndarfelagið hevur skrivað út frá veruligari hending um Rapp.  

  

Í gjár deildu tey hjartanemandi søguna um frensin Rapp, sum varð blakaður úr heimi sínum og út á gøtuna. Har møtti hann nógvari mótstøðu og gekk svangur úti í kuldanum og varð álopin av hinum frensunum. Ein dagin tók ein kona hann til sín, men tá hann slapp til djóralæknan, var tað ov seint. Søgan um Rapp er tann fyrsta av fleiri søgum, sum verða deildar á Facebook

 

Øll søgan stendur at lesa niðanfyri.

 

 

Bilsin av reaktiónunum

 

- Eg eri bilsin av, at tað er ein so stór reaktión um Rapp, tí tað eru so ræðuliga nógvar sovorðnar kettur allastaðni í Føroyum. Eg undrist virkuliga yvir, hví fólk ikki kenna til hendan trupulleikan, sigur Tordis Holm, forkvinna í Djóraverndarfelagnum.

 

Djóraverndarfelagið er eitt áhugafelag við eldsálum, ið brenna fyri at betra um umstøðurnar hjá djórum í Føroyum. Tey hoyra javnan frá fólki um villar kettur, sum ganga runt í ringum umstøðum runt allar Føroyar. 

 

- Tað ganga so nógvar villar kettur runt í Føroyum, og tað er ein nógv størri trupulleiki, enn mann heldur, sigur Tordis Holm.

 

Áhugafelagið varpar í løtuni ljós á hendan trupulleikan, og tað gera tey við at fortelja søgurnar hjá teimum ymsu heimleysu kettunum. 

 

 

LES SYRGILIGU SØGUNA UM RAPP HER:

 

 

Eg hevði einki navn. Fólk kallaðu meg “bara-ein-útiløgukattur”.

 

Eg hevði ikki valt hetta lívið – einki djór hevði gjørt tað.

 

Einaferð hevði eg eitt heim, men fólkini koyrdu meg út, og eg slapp ikki inn aftur. Síðani tá havi eg einki heim havt. Eingin vinarlig rødd var, sum bað meg koma inn at fáa mær at eta. Eingin hond var at kína mær vinarliga, til eg sovnaði á einari bleytari sofu.

 

Eg royndi at yvirliva. Eg gekk einsamallur á gøtuni í regni, bakandi sól og bítandi kulda.

 

Eg var svangur. Eg var ov móður og sjúkur at fanga fuglar, og mínar tøkutenn vóru allar brotnaðar. Tríggjar av teimum niður á rótina, so eg hevði ógvuliga ilt. Onkuntíð fann eg okkurt til matna í eini skrellispann. Fólk róku meg burtur frá skrellispannini ella kastaðu steinar eftir mær.

 

Tey hildu meg vera irriterandi og einki annað enn ein ónossligan útiløgukatt.

 

Eg var óynsktur í grannalagnum. Aðrir frensar komu út úr húsunum rundanum meg og lupu á meg. Eg var blindur í eina eyganum og sá ikki nógv við hinum, so eg hevði ongan møguleika ímóti teimum. Eg orkaði ikki altíð at berjast og fekk tí stór sár av teimum. So fekk eg bruna í sárini og bleiv sjúkari og sjúkari. Eg hevði so ilt.

 

Eg var bangin. Tað vóru nógvir vandar rundanum meg, men eg hevði ongan at ugga og verja meg. Eg vildi ynskt, eg ikki var einsamallur.

 

Ein dagin kom ein kona. Hon var blíð við meg, kíndi mær og skriðaði mær aftan fyri oyrað. Hon hevði mat við til mín. Har vóru lítlir klumpar í, men eg át tað alíkavæl, tí eg var so svangur. Eg át varðliga, tí eg hevði so ilt í tonnunum. So bleiv eg móður. Konan sat hjá mær, kíndi mær og tosaði blídliga við meg. Eg bleiv móðari og móðari. At enda lyfti konan meg í ein kassa og legði eitt teppi útyvir. Hon koyrdi meg í ein bil, og vit koyrdu ein túr. Eg bleiv ruraður í svøvn eina løtu. So tók konan meg úr aftur bilinum, og vit fóru inn í eini hús. Har var lekkurt og heitt inni. Har var ein maður. Hann segði konuni, at eg hevði ógvuliga ilt og ikki fór at fáa tað betur, meðan eg livdi. Konan græt.

 

Maðurin prikaði meg, men eg fekk ikki ilt. Eg var so móður. So bleiv alt svart.

 

---

 

Eg var onkur, ikki okkurt.

 

Eg var heimleysur, ikki virðisleysur.

 

Eg hevði uppiborið eitt gott lív.

 

Eg eiti Rapp. Í dag havi eg fingið frið.

 

 

 

Rapp hevði tað einaferð gott

 

Rapp var ein ketta, sum búði inni hjá fólki, áðrenn hann endaði á gøtuni. Djóraverndarfelagið hava kent til hann í eina tíð. 

 

- Tað er minst eitt ár síðan, at vit hoyrdu um hann. Vit fingu ikki fatur á honum, tí hann var so styggur. Eitt eldri par hevði lokkað hann til sín við at geva honum at eta. Hann var so øgiliga bangin av sær, sigur Tordis Holm.

 

Hon fortelur um, hvussu illa fyri hann var, tá tey fangaðu hann. Rapp stóð tá heilt stillur, sikkurt tí hann var so svangur og uppgevandi. Hon vísir á, at um djóralæknin hevði mett, at hann ikki var so illa fyri, sum hann var, so hevði hetta parið sikkurt lovað honum inn til sín og hildið fram við at givið honum at eta, og so hevði hann blivið geldur.