Rann sítt besta 1/2 maraton í Dubai

Hetta er so avgjørt besta renniupplivingin eg havi havt, og eg rann seinnu helvt skjótari enn fyrru helvt. Betur kann tað ikki verða!

Rennarin Jonhard Larsen er í hesum døgum og vitjar í Dubai saman við konu síni og vinfólki. Eitt av málinum við feriuni, var at renna RAK Half Marathon í Ras Al Khaimah, skrivar Jonhard í bloggi sínum. 


Hóast hann var illa fyri innan renningina valdi hann kortini at taka av avbjóðingini, og lukkutíð, tí hetta var besta renniupplivilsi hjá honum, sigur hann.

 

-Hóast 17 hitastig, so føldi eg meg kaldan og ikki í topform. Koyritúrurin til Ras Al Khaimah, har vit skuldu renna tók góðan tíma. Í ár skuldi vera serstakt, tí skjótasta kvinnan setti nýtt heimsmet. Heimsmeti hjá monnum var tikið her í februar 2007, tað bleiv tað ikki til í ár, men tað komu fýra menn undir ein tíma, skrivar hann.

 

-Hetta er so avgjørt besta renniupplivingin eg havi havt, og eg rann seinnu helvt skjótari enn fyrru helvt. Betur kann tað ikki verða. Eitt fantastiskt hálvmarathon við tíðini 1.28.09, 4 minuttir og 13 sekund skjótari enn mín tíð til nýggjárshálvmarathon fyrr í ár. 

 

Besta tíðin til hálvmaraton hjá Jonhard er frá 2004, tá hann rann nýggjárshálvmarathon uppá 1:18:20

 

Heimsmeti hjá kvinnum er í dag 1:05:06 (2017) og hjá monnum 58:23 (2010).


Les eisini um Jonhard rennur fyri góðum endamáli her: http://www.in.fo/news-detail/7-mai-rennur-jonhard-fyri-godum-endamali/?L=0&cHash=7047b2084c1e211c5e16a8694804f6f4&sword_list[]=jonhard&sword_list[]=larsen&no_cache=1