Randi: Tað tendraði okkum, at tey komu berandi við FM-steypinum

Kyndilsveteranurin Randi Wardum tók næstan dýran til í samrøðu við Trónd Arge á Rás2, tá hon greiddi frá hvat tað var, sum tendraði hana og hinar spælararnar á Kyndils-liðnum, og sum gjørdist ein risa motivasjón fyri tær.

 

– Tá tey komu berandi við FM-steypinum, søgdu vit við okkum sjálvar: – Nei, so illanstíð skulu tær hava steypið í dag.

 

Tað ber til at hoyra tað stutta og bersøgna prátið við Randi Wardum í ljóðbrotinum undir greinini.