Venjingaruppihaldið var bert í tríggjar dagar, og tá Randi kom aftur úr Íslandi, helt hon, at tað hevði gingið rættiliga væl. – Eg haldi, at tað gekk sera væl, og felagið í Íslandi hevur eisini víst áhuga. Eg eri eisini fús at royna mínar dygdir uttanlands, sigur málmaðurin.










