Koparetsningar hjá Randi Martin verða sýndar fram á Býarbóksasavninum.
Randi Martin er fødd á Tvøroyri í 1943 og er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur, men hugur hennara hevur altíð staðið til listina. Í 1978 gjørdi Randi av, at hon vildi listina og fór undir útbúgving á Billedskolen í Keypmannahavn og á Lollandi.
Listaliga virksemið hjá Randi Martin fevnir um málningar, tekningar, linoleumsskurð, gipsstoyping og høggmyndalist, og hon hevur gjøgnum árini havt óteljandi framsýningar í Danmark, men eisini fleiri ferðir í Føroyum og er umboðað á Listasavni Føroya.