Randarhúsini undir Høganesi eru liðug

- Vit ynskja øllum eigarunum hjartaliga tillukku við teirra nýggja heimi, siga tey hjá byggivirkinum KBH, sum hevur framt hesa byggiverkætlan á Toftum.

Tað var á heysti í 2021, at spakin varð settur í til eina spennandi byggiverkætlan undir Høganesi á Toftum. 

 

Byggivirkið KBH átti hesa verkætlan, sum fevndi um seks sonevnd randarhús í nýggjari útstykking á Høganesvegi.

 

- Á sumri í fjør vórðu lyklarnir handaðir eigarunum av teimum fyrstu húsunum.

 

KBH sigur, at nú øll verkætlanin er liðug, búleikast nógvar familjur í hesum nýggja og hugnaliga umhvørvi.

 

- Húsini eru staðsett í framúrskarandi náttúruvøkrum umhvørvi - við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin.

 

Byggivirkið KBH takkar øllum fyri gott samstarv, sum hava verið við í hesi byggiverkætlan.

 

- Vit ynskja eisini øllum eigarunum hjartaliga tillukku við teirra nýggja heimi, verður lagt aftrat.

 

##med2##